Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nú eru greitt nær KÍ spældir útsettu landskappingardystirnir

Jákup Ósá

Tríggir dystir eru fluttir.

Eftir at tað gjørdist greitt, at KÍ kom víðari til 2. umfar í Europa League, so var samstundis greitt, at tríggir dystir máttu útsetast. Tann eini helst nakrar dagar og hinir báðir nakrar vikur.

 

Nú er greitt, nær hesir dystirnir vera.

Útidysturin í Fuglafirði móti ÍF er fluttur frá fríggjadgnum 2. august til mánakvøldið 5. august.

Heimadysturin móti B36 er fluttur frá sunnudegnum 21. juli til mikukvøldið 21. august.

Útidysturin móti NSÍ er fluttur frá leygardegnum 27. juli til mikukvøldið 18. september.