Føroyar og 15 onnur lond fara um ein góðan mánaða at kappast um EM heitið hjá U17 dreingjum.
EM endaspælið í Kroatia verður leikt í døgunum 3-19 mai í Kroatia. Lutakastið verður 3. apríl. Nú er greitt, hvørji 16 lond vera við í kappingini. Seinastu dystirnir blivu leiktir í dag. Og her má sigast, at Føroyar eru komnar í sera fínt selskap, nú EM vinnarin skal finnast. Fýra bólkar á fýra lið skulu kappast, har átta lið vera styrkismett hægri enn hini átta. Føroyar eru ikki eitt av londunum, ið vera styrkismett.
Londini vera hesi:
Týskland
Frakland
Ongland
Italia
Holland
Spania
Kroatia
Bosnia og Herzegovina
Ungarn
Serbia
Turkaland
Ukraine
Írland
Skotland
Noreg
Føroyar
Mynd: Fótbóltssamband Føroya




