Hóast vit hava sæð tvey tjøldur á Norðoyri nærum allan vetur, og tey gjørdust fýra fyri umleið 14 døgum síðani, so var fyrsti flokkurin av tjøldrum sæddur á Oyri í morgun.
Her nakrar myndir frá ímorgun. Eitt gott høvi hjá rennarum, og okkum øðrum. at fara ein túr nú at fáa váttan um at nú fer endiliga at bera mót ljósari tíðum.




