Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú fáa venjararnir í Effodeildini fleiri møguleikar

Jákup Ósá

Í ár verður væntandi loyvið at hava fleiri eykaleikarar og fleiri venjarar/hjálparfólk á bonkinum, tá Effoliðini fara at spæla.

Í ár verður væntandi loyvið at hava fleiri eykaleikarar og fleiri venjarar/hjálparfólk á bonkinum, tá Effoliðini fara at spæla.

Tað er NSÍ, sum hevur lagt uppskotið fram fyri aðalfundin hjá FSF. Fær uppskotið meiriluta á aðalfundinum, so verður tað samtykt og sett í verk til kappingarárið í ár. Tað váttar Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá FSF, fyri Norðlýsinum. Uppskotið er, at tað nú verður loyvt at hava í mesta lagi 7 eykaleikarar ístaðin fyri sum tað er nú, har loyvt er at hava í mesta lagi 5. At hava 7 eykaleikarar er sera vanligt í kappingum uttanlands. Hetta gevur venjaranum fleiri val møguleikar á bonkinum. Og so verður eisini loyvt at hava í mesta lagi 7 fólk afturat, sum hoyra til hópin. Tað eru venjarar, liðleiðarar o.a. Hægst loyvda talið fyri hetta er í dag 5. Alt bendur á, at uppskotið verður samtykt á aðalfundinum, tí einki felag hevur víst sína ónøgd við tað, tá tað hevur verið umrøtt á fundum millum feløgini í vetur.

Sum skilst rúma teir flestu beinkirnir 14 fólkum, men ikki allir. Verður málið samtykt, so væntar Virgar Hvidbro, at til kappingarárið 2018 verður krav sett til feløgini í Effodeildini um, at bonkurin skal rúma 14 fólkum.