Grivið verður nú fyri nýggju samanbygdu húsunum á Ánunum
Í alt verða 15 arkitektteknaði samanbygd hús klár at flyta inn í á Ánunum, tá liðugt er at byggja. Tvær støddir av húsum eru at velja ímillum, 115 m2 og 104m2. Báðar við partvís innrættaðum kjallara.
Tað er JFT Connector, við Klaksvíkinginum Jónbjart Thomasen á odda, sum stendur fyri byggingini. Húsini eru teknað av arkitektfelagnum Magnus Hansen.
Um stutta tíð skipar Inni fyri kunnandi fundi, har samanbygdu húsini verða lýst nærri.
Eftir ætlan skulu tey fyrstu flyta inní húsini í august í ár.




