Frá 1. mars fer tað at kosta 7.500 krónur um tíman at leiga strandfaraskipið Sam.
Frá 1. mars fer tað at kosta 7.500 krónur um tíman at leiga strandfaraskipið Sam. Í nógv ár hevur prísurin verið 6.000 krónur um tíman fyri sigling og 3.000 krónur fyri hvønn tíma, sum skipið liggur og bíðar. Prísurin fyri bíðitíð verður óbroyttur.
Tey sum leiga skip frá Strandferðsluni skulu í minsta lagið rinda fyri tveir tímar, harav annar tímin kann vera bíðitíð.




