Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú hevur æðan ungar

Oliver Joensen

 Flestu fuglarnir hava fingið ungar nú juni mánaði er um at vera liðugur. Henda æðuflokkin við ungum hittu vit út fyri støðni á Syðradali í gjár.

Jens-Kjeld Jensen, fuglafrøðingur sigur, at tað fyrsta hann hoyrdi um æðuungar í ár var fyrst í juni mánaða. Frá fyrst í juni til um ólavsøkutíð koma ungarnir hjá æðuni út. Men tað er nú teir skulu vera komnir ella skulu koma, tí teir ungarnir, sum koma úr egginum um ólavsøkutíð eru ov seinir og hava ongan møguleika at yvirliva. Til tað gerst veðrið út á heystið ein og harður biti fyri teir seinu ungarnir og teir hava at kalla ongan møguleika at yvirliva veturin.