Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nú kann Hávur spæla í KÍ høllini

Tíðindaskriv

Kurvar og strikur til kurvabóltsvøll eru nú komin í KÍ-høllini, soleiðis at kurvabóltsfelagið Hávur kann spæla sínar heimadystir har.

Kurvabóltur hevur seinnu árini tikið dik á seg sum ítróttargrein í Føroyum, og farna kappingarár var hitt fyrsta hjá Hávi, sum varð sett á stovn í fjør. Felagið hevur venjingartímar í fimleikahallunum á Skúlatrøð, men har er ov trongt til at spæla dystir í landskappingini.

Kommunan hevur tí í eina tíð arbeitt við at skapa neyðugu karmarnar á stadionøkinum, soleiðis at felagið kann hava góðkendan heimavøll í Klaksvík, og gleðin var sjónlig á Erlu Mirmansdóttir, forkvinnu og øllum hinum í Hávi, sum vænta uppaftur størri framstig og áhuga fyri kurvabólti, nú umstøðurnar eru blivnar so góðar í KÍ-høllini.

Tí høvdu tey eisini bjóðað borgarstjóranum við til eina venjing í høllini í gjár, har eisini hann slapp at royna seg sum kurvabóltsleikari.

– Tað er gleðiligt at síggja ta stóru menningina, sum hendir á ítróttarøkinum fyri tíðina. Íðkarar og greinar leggjast afturat í heilum, og sum kommuna gera vit sjálvandi okkara part fyri, at umstøðurnar skulu vera góðar til allar greinar, sum undirtøka er fyri. Áhugin fyri kurvabólti sær út til at vaksa við høgari ferð kring alt landið, so tað er ordiliga gott, at Klaksvík kann vera við har eisini, og harumframt er Judofelagið eisini farið at blóma aftur, so her er ómetaliga hugaligt og lívligt á øllum ítróttarøkinum, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Nú er bert eftir hjá Hávi at venja, inntil kappingarárið í kurvabólti byrjar aftur í heyst.