B36 er fyribils úti av FM stríðnum eftir ársins fyrsta tap á heimavølli.
Tað bleiv sum væntað ein sera undirhaldandi dystur í Gundadali í dag. Víkingur vann 5-3 og tað úrslitið hevur við sær, at B36 fyribils er úti av FM stríðnum. 12 stig eru fram til nummar 1 og 10 stig fram til nummar 2. NSÍ vann 3-0 á EB/Streymi og tað merkir, at NSÍ er farið við KÍ og Víkingi í stríðið um FM. Í løtuni sær stigatalvan út sum, at tað vera tey somu trý liðini, ið koma at kappast um FM sum í fjør endaðu á trimum teimum ovastu plássunum. HB vann seg í topp 4 við sigri í Sørvági. 07 Vestur hevði ikki Ken Fagerberg við hendan dystin og aftur hesaferð sóu vit, at tá hann ikki er við, so er 07 Vestur eitt heilt annað lið.
Topp 4 sær soleiðis út eftir dagsins umfar:
1. KÍ 25 stig
2. Víkingur 23 stig
3. NSÍ 20 stig
4. HB 16 stig




