Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú kemur Ð útaftur

Oliver Joensen

Durita Sørensen av Viðareiði prýðir forsíðuna. Høvuðsgreinin í blaðnum er um Swingers Party í Føroyum.

Tað nýggja Ð blaðið kemur helst út tann 15. mai. Blaðið verður 76 síður og kemur at kosta 49,95 kr.
Durita Sørensen av Viðareiði prýðir forsíðuna. Høvuðsgreinin í blaðnum er um Swingers Party í Føroyum. Annars verður skrivað um sex (nógv), trúgv, timburmenn, Larry Flynt og mangt, mangt annað…

Sum nakað nýtt arbeiðir Jógvan á Høvdanum (yngri) ikki einsamallur við blaðnum. Hann fær stóra hjálp frá Dann Vinther, sum umframt at hava skrivað fyri Vikublaðið eisini hevur skrivað fyri ymisk ensk bløð.
Harafturat eru freelancarar, m.a. Johan í Kollafirði, í hesum, tí størsta og longsta Ð blaðnum nakratíð.