Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú kemur gongd á tunnilsarbeiðið í Klaksvík

Oliver Joensen

Fyrsta gravkúgvin, ið skal brúkast í arbeiðinum at grava fyri tunnilsinntakinum við bátahylin á Borðoyarvík, er komin á plássið.

Ídag mánadagin kom fyrsta sjónliga tekini um, at nú verður av álvara farið undir at grava fyri tunnilsinntakinum.
Tað er Føroyakonsortiið, ið stendur fyri arbeiðinum, og nú verður farið undir arbeiðið við sjálvum inntakinum til tunnilin. Tá hetta arbeiðið er liðugt, verður farið undir at borað inn í fjallið og teir, sum koma at arbeiða Borðoyarmegin og hinir, sum longu eru farnir í gongd Lorvíksmegin, skullu síðani hittast mitt undir Lorvíksfirði um góð tvey ár.