Eftir semjuna, sum í morgun er gjørd millum landsstýriskvinnuna í almannamálum, Rósu Samuelsen, og borgarstjóran í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, er klárt at fara undir politiska viðgerð at byggja røktarheim Yviri við Strond.
Nú stuðul verður latin eftir lógini um studningslán til bygging av ellis- og røktarheimi, er fyrsta stóra stigið tikið fram ímóti einari endaligari loysn á bráðneyðuga røktarheimstørvinum í Suðurstreymoy.
Býráðið skal nú taka støðu til at fáa gjørt eina byggiskrá um eitt røktarheim við 64 búplássum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Eftir avtaluni millum landsstýriskvinnuna og borgarstjóran verða formligu viðurskiftini í sambandi við umsóknina frá Tórshavnar kommunu avgreidd sum skjótast, og tá tað er gjørt, fer Tórshavnar kommuna beinanvegin undir verkætlanina.
Halla Samuelsen, forkvinna í sosialu nevnd, sigur, at nú er bert eftir at gera eina verkskrá fyri byggingina, sum býráðið skal góðkenna at fara undir hósdagin í komandi viku, so kann arbeiðið fara í gongd.




