Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú kemur systurskipið

Tíðindaskriv

Tíðliga í juni vitjaði toppseglskonnartin hjá fronsku verjuni, Etoile, Føroyar. Hon var á ferð til Íslands og Grønland. Etoile varð bygd til fronsku verjuna í 1932. Samstundis var systurskipið, skonnartin Belle Poule, eisini bygt í 1932.

Belle Poule vitjar á Havnini nú 20. og 21. juli. Hon er m.a. á veg til Íslands, Faskruðsfjørð at hátíðarhalda afturvendandi Fronsku dagarnar. Á ferðini sum byrjaði út frá Brest hin 23. juni hevur Belle Poule vitjað Oban, Belfast og Ålesund.

Nakrar kurteisivitjanir og kunnandi vitjanir eru á skrá í Føroyum og oberstur, Johanic GALODE, frá deildini hjá fronsku verjuni við fronsku sendistovuna í Keypmannahavn, kemur til Føroya í sambandi við vitjanina.

Høvi verður at vitja umborð á Belle Poule týsdagin 21.juli hesar tíðir:

Frá kl. 10.00 –til 12.00 og frá kl. 14.00 – 17.00 Her ber til at lesa meira um Belle Poule : http://www.colsbleus.fr/articles/7054 Og her : http://www.ecole-navale.fr/Les-goelettes-de-l-Ecole-navale.html