Fyri løtu síðan – Kl. 15:20 kom innbjóðingin til limirnar í Tjóðveldisflokkinum – ísamband við hátíðarhaldið í samband við Hovstunnilin
Tórbjørn Jacobsen, næstformaður í Tjóðveldinum staðfestir at innbjóðingin er send eftir at Norðlýsið gjørdi vart við at andstøðan ikki var boðin við til hátíðarhaldið.
– Innbjóðingin til Tjóðveldi kom nú kl. 15:20 – altso gott og væl eitt samdøgur seinri enn at Javnaðarflokkurin var boðin, sigur hann í stuttari viðmerking.




