Í samband við nógvu tónleikafestivalarnar hevur ein stórur trupuleiki verið toilettviðurskiftini hjá konufólki, men nú hevur eitt hugskot hjá einari amerikanskari kvinnu loyst henda trupluleika.
Vit kenna øll til trupuleikan við almennum toilettum. Tey eru oftast sera ólekkur og á stórum festivalum har túsundtals fólk nýta tey somu toilettini er tað fáur sum hevur dirvið til at seta afturpartin niður á hesa bakteriu fabrikkina.
Vit mannfólk hava tó í øldir havt fyrimunin á hesum økinum fram um kvinnur, við tað at vit frá skaparans síðu eru innrættaðir soleiðis at vit kunnu kasta okkum á vatninum, standandi, uttan at vera noyddir til at koma í samband við tey illa luktandi wc-ini, og ikki at tala um at seta seg niður á eitt.
Men hetta hava konufólkini verið noydd til og hetta sæst eisini á longu bíðirøðunum uttan fyri konufólka toilettini.
Uppfann ein pissara (red.)
Amerikanara hava traditión fyri at vera framman fyri okkum onnur og tað er tí ikki løgið at gjøgnumbrotið á hesum økinum eisini kom úr USA.
Samantha Fountain eitur gentan aftan fyri kreativa hugskotið og alt byrjaði við eini verkætlan, sum hon stóð á odda fyri í samband við handilskúlaútbúgvingina.
Á enskum kallast pissarin Shewee, og er eftir tí ein kann lesa seg til, sera væl dámdur hjá hinum kyninum.
Pissarin finst í plastik og papp (eingangs) og sum Norðlýsið skilir verður hann at fáa á Summarfestivalinum í pappútgávuni.
Plastikútgávan er varandi og skal bert skolast eftir brúk og verður síðani lagdur niður aftur í taskuna. Hetta er serliga rokna til tá konufólk ferðast.
Bakdeilurin er kanska at nú kunnu konufólk eisini kasta sær av vatninum upp eftir vegginum á almennum støðum, so trýstið á húsaveggirnar kann væntast at vaksa 50%.




