Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú kunnu ung sum ætlað upp í fiskivinnuna fáa stuðul frá donsku stjórnuni

Norðlýsið

Danski fiskivinnugrunnurin, sum inniheldur pengar frá gjøldum á framleiðsluvinnuna, hevur játta tilsamans 10 mió. kr. til ung sum ætlað at royna seg í fiskivinnuni og keypa skip ella bát.

Danski fiskivinnugrunnurin, sum inniheldur pengar frá gjøldum á framleiðsluvinnuna, hevur játta tilsamans 10 mió. kr. til ung sum ætlað at royna seg í fiskivinnuni og keypa skip ella bát.

Danska fiskimálaráðið ásannar at tað kann verða trupult hjá ungum fólkum at etablera seg í fiskivinnuni og fáa fígging til keyp av báti og útgerð. Tí er gjørt av at persónar undir 40 ár kunnu søkja sær stuðul, í mestalagið 500.000 kr. sum hjálp til at útvega sær eitt fiskifar.

Treytin er at tú skalt hava arbeitt í 5 ár innan fiskivinnuna ella hava tilsvarandi útbúgving.

Bólkar av ungum, sum taka seg saman um at keypa skip, kunnu hvør sær søkja stuðul, um teir samlað eiga 100% av bátinum ella skipinum.

Farið sum ætlantin er at keypa, skal verða 5 til 30 ára gamalt, undir 24 metrar í longd, verða partur av einum skipabólki har tað ikki er yvirkapasitetur og útgjørt til fiskiskap.

Søkjast kann frá 3. Juli og so leingi sum peningur er tøkur. Tá eingir pengar eru eftir verður ikki meira goldið út, 0g tí er at verða skjótur at søkja, skrivar danska Fiskimálaráðið í tíðindsskrivið í morgun.

Harleywoodpaint