Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú løgtingslimir kappast um at seta alment monipolfelag á stovn

John William Joensen

Tá farið var undir at byggja Vága- og Norðoyatunilin var íløgan mett at verða ov stór hjá tí almenna at fíggja og tí var partur av íløguni fíggjað við lántøku og nýslugjøldum. Í viðmerkingunum til lógina um fast samband um Leirvíksfjørð stendur greitt hvat bummgjaldi/nýtslugjaldi var ætlað til. \”Ætlanin er, at nýtslugjøldini skulu fíggja bæði afturgjaldingina av lánunum til byggingina og raksturin av vegunum og tunlinum\”

Tá fari var undir at byggja Vága- og Norðoyatunilin var íløgan mett at verða ov stór hjá tí almenna at fíggja og tí var partur av íløguni fíggjað við lántøku og nýslugjøldum. Í viðmerkingunum til lógina um fast samband um Leirvíksfjørð stendur greitt hvat bummgjaldi/nýtslugjaldi var ætlað til: 

 “Ætlanin er, at nýtslugjøldini skulu fíggja bæði afturgjaldingina av lánunum til byggingina og  raksturin av vegunum og tunlinum”.

Eisini stendur skrivað:

“Felagið ber allan rakstrarkostnað av tunlinum, til hesin verður avhendaður landinum til ognar.  Tá yvirtekur landskassin rakstrarútreiðslurnar av tunlinum, sum leysliga verða mettar til kr. 5- 6 mió árliga. Verður landið sjálvtryggjandi, kann uml. kr. 1-1½ mió sparast árliga í útreiðslum  til ábyrgdartrygging fyri tunnilin. …”

Einki verður sagt at jattanin frá løgtinginum til hesar verkætlanir skulu afturgjaldast við bummpengum tí hetta hevur higartil verið púra óhoyrt at kravt. Skulu borgarar í Tórshavn ella skúlanæmingar nú gjalda íløguna í Marknagil aftur ella skulu borgarar í Eysturoy og Streymoy sum hava breiðar og góðar landsvegir rinda vegirnar hjá landinum aftur?

Undir orðaskiftinum í løgtinginum tá lógin ” fast samband um Leirvíksfjørð” varð samtykt gongur greitt fram at tað ongantíð var ætlanin at bummgjaldið skuldi brúkast til annað enn at niðurgjalda lánini í tunlunum.

Men eitt nú orðaskiftið um lógina um tunnilin til Viðareiðis vísti at serliga í Suðurstreymi eru politikarar sum hava fingið almennar íløgur í serliga Norðurøki í rangastrúpan. Tá viðareiðistunnilin varð samtyktur oystu teir gor og gall oman yvir tey sum trýstu á ja-knøttin.

Sami politikari sum lovaði at um hansara flokkur kom í samgongu skuldi eingin stovnur flytast úr Havn krevur nú at norðoyingar skulu rinda lánsgjald og játtan úr landskassanum aftur til landskassan.

Samstundis eru samstarvsfelagar hansara í løgtinginum eru farnir at droyma um eitt stórt alment monopol sum skal fíggja tunnilsbygging líka inn í himmalin.

Hetta almenna monopolið verður sambært serfrøði størsta og pengasterkasta felag í landinum og tað verður neyvan nakar politikari sum fær lívið av hesum bastardinum aftur.

Vælsignaðir latið privat feløg sum hava hug til at gera íløgur fíggja Skálafjarðatunnilin og fáa hesir vinning burtur úr so er talan um eina sólskinsøgu sum alt samfelagið fær ágóðan av. Lat so vinnulívið og borgarar í norðurøkinum fáa somu sømdir sum aðrir borgarar í landinum – eitt samhaldsfast vegakervið.

Harleywoodpaint