Formaðurin í Fólkaflokkinum ger greitt at nú má Kringvarpið sleppa til arbeiðis.
Formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, sigur at hann kann als ikki góðtaka at Mentamálaráðið hevur útsett at taka avgerð til eftir summarfrítíðina.
– Tað kann ikki góðtakast at Mentamálaráðið ikki tekur avgerð tí at ráði skal í summarfrí. At avgerðin í málinum um tíðindaleiðarastarvið er útsett luktar av politiskari uppíblanding. Nú má Kringvarpið sleppa til arbeiðis, sigur Jørgen Niclasen í stuttari viðmerking.



