Sjúrður Sólstein og Edward Fuglø hava sniðgivið nýggja jólabýin sum so smátt er farin at taka skap. Í ár verða tríggjar sølubúðir gjørdar og tær eru allar gjørdar eftir gomlum sniði soleiðis at tær passa væl inn í umhvørvið í gomlu Klaksvíkini.

– Kommunan setti seg í samband við meg og Edward Fuglø um at sniðgeva ein jólabý við smærri sølu og framsýningar búðum sum skuldu verða mobilar og brúkast til ymiskt tiltøk í Klaksvík. Eftir at hava kanna umstøðurnar vóru vit samd um at betur var at jólabýurin var úti í gomlu Klaksvíkini, tí har kann hann knýtast at gamla handlinum og betur lívd er fyri veðrinum.
– Næmingar á Yrkisnám 1 sum er ein blandingar millum fyrsta árs lærlingar og onnur sum ikki hava sáttmála hava staðið fyri arbeiðinum. Lærlingar á EL deildini hava gjørt el instalatiónir, so til ber at hava útgerð at matgera, hita, jólaperur o.a. greiður Sjúrður Sólstein frá.