Tá Hjalgrím sunnudagin hevði gjørt sítt triðja mál fyri 1. deild hjá KÍ, kom Olgar Danielsen hjálparvenjari við eini stuttligari viðmerking til Hjalgrím, sum svaraði aftur við at gera júst tað, sum Olgar minti hann um.
Tað er langt millum málskjúttar av tí slagnum, sum Olgar Danielsen og Hjalgrím Elttør eru av tað er vist.
Aldursmunurin ger, at teir ikki fáa so nógva leiktíð saman, tí meðan Hjalgrím enn tykist at menna seg fyri hvønn einasta dyst, hann spælir, so hevur Olgar heilt nátúrliga havt sína bestu tíð sum fótbóltsleikari.
Knøini vilja ikki meira, men Olgar er tó framvegis við frá tíð til aðra. Millum annað leikti hann sum leikandi venjari við 2. deild, sum vitjaði í Leirvík seinasta leygardag.
KÍ vann dystin, og Olgar gjørdi ikki mætari enn at skora heili 4 mál hendan dagin.
Dagin eftir, tvs. sunnudagin, spældi 1. deild sum kunnugt ímóti EB/Streymi, og tað var móti endanum av tí dystinum, at Olgar kom við eini, eftir okkara hugsan, stuttligari viðmerking til Hjalgrím.
Hjalgrím var dagsins maður hjá KÍ hendan dagin, tí hann gjørdi øll fýra málini fyri heimaliðið.
Tá Hjalgrím móti endanum av dystinum hevði gjørt sítt triðja mál, rópti Olgar við einum smíli inn til hann: – Hjalgrím, nú manglar bara eitt mál!!
Hann meinti sjálvandi við, at hann sjálvur hevði gjørt 4 mál fyri 2. deild, og at Hjalgrím nú bara manglaði eitt til at skora líka nógv mál.
Um tað hjálpti ella ikki, kann hvørki prógvast ella avsannast, men í øllum førum gjørdi Hjalgrím ikki mætari enn at skora enn eitt mál fyri KÍ og harvið koma upp á 4 mál í einum og sama dysti.
Sig so tað!




