Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú nærkast hjúnastevnunum í Zarepta

Nordlysid

Hjúnastevnurnar teljast millum tær væl umtóktu legurnar í Zarepta, og aftur í ár verða tær tvær í tali, vikuskiftini 27. til 29. september og 4. til 6. oktober.

Hjúnastevnurnar teljast millum tær væl umtóktu legurnar í Zarepta, og aftur í ár verða tær tvær í tali, vikuskiftini 27. til 29. september og 4. til 6. oktober.

 

Hjúnastevnurnar eru eitt høvi hjá hjúnum at fáa eitt avslappað og hugnaligt vikuskifti burtur frá dagligdegnum og saman við øðrum hjúnum at njóta gott samfelag og uppbyggjandi boðskap úr Orði Guds.

 

Eins og undanfarin ár er ætlanin at hava tvær hjúnastevnur í heyst, har hjúnastevna I verður vikuskiftið 27. – 29. september, og hjúnastevna II verður vikuskiftið 04. – 06. oktober.

 

Tekning fer fram á www.zarepta.fo frá týsdegnum 10. september 2013.