Tað er nú nakað síðani at vit byrjaðu at síggja handlar gera seg út til jólasøluna.
Summi halda helst, at vit ídag byrja heldur tíðliga við jólastakinum. Men í so máta eru vit valla framst, tí um ein hevur verið í eitt nú teim stóru býunum í evropa í Oktober mánaða, so er longu tá nógv at síggja í handilsgluggunum har, sum siktar ímóti eini jólasølu.
Sum sæst í blaðnum ídag, so fer eisini Norðlýsið at gera burtur úr jólunum og byrjanin er at blaðið verður borið í hvørt hús í Norðoyggjum í komandi viku.
Her vilja vit heita staðiliga á viðskiftafólk okkara um at lata okkum tilfar til blaðið so tíðliga sum møguligt. Vit hava ikki óavmarkaða arbeiðismegi á blaðnum og hetta ger at vit ongan kjans hava fyri at fáa alt við, um bíða verður til síðstu løtu áðrenn evstamark á blaðnum.
Til blaðið í komandi viku hava vit tí sett evstamarkið til týsdagin 10 desember.
Hetta verður seinasta blaðið í ár, sum kemur í hvørt hús. Orsøkin er at postverkið ikki ber tilskriftaleysar sendingar út beint undan jólunum.
Norðlýsið hevur havt ætlanir um eina jólagávu til norðoyingar burtur sum heima. Vit hava nevniliga í eina tíð arbeitt við at fáa blaðið út á internetið og eru komnir rættuliga væl ávegis við hesum.
Sum við nógvum nýggjum, so hevur gingið heldur longri við hesum ódnartaki hjá okkum enn ætlað, men nú eru vit smátt um smátt við á koma á mál og helst megna vit at koma við digigala blaðnum um eina viku ella 14 dagar.




