Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

“Nú skal ein vera jarðarmóðir”

Norðlýsið

Aftursvar til Jógvan við Keldu frá formanninum í unga sjálvstýrinum, Jógvan Skorheim

Eg havi júst lisið tíðindaskrivið frá Jógvani við Keldu, har hann ger vart við niðurstøðuna hjá Ungdomsens Nordiska Råd 2006. Nú er tað soleiðis at Jógvan við Keldu ikki kennir til hvussu henda resolutión bleiv viðgjørd í Kjøbenhavn. Eg var, sum formaður fyri Unga Sjálvstyrið, til staðar á Ungdomens Nordiska Råd á Christiansborg í oktober 2006, og gjørdi eg øllum varðugan við at hetta forslag, var heilt við síðunarav veruleikanum. Eg segði úttrykkiliga at hetta við ”… vold og omfattende forfølgelse af homoseksuelle” var ikki ein sannur veruleiki.

Eg mælti øllum til at taka frástøðu frá hesum uppskoti, og síðani gjørdi eg eitt nýtt uppskot, har hesin parturin ikki var umrøddur. Síðani høvdu vit eina atkvøðugreislu, um mítt uppskot, sum tíanverri fall tepurt.

Tó at vit eru samdir í at hetta eru skeivleikar, má eg tó viðmerkja at Jógvan við Keldu hvørki er fysti ella einasti maður, ið hevur gjørt vart við henda trupulleika.



Jógvan Skorheim

Formaður unga sjálvstýrið