Allar kommunurnar í Norðoyggjum hava í felag stovnað Norðoya Bú- og Heimatænastu, sum á nýggjárinum yvirtekur eldraøkið í Norðoyggjum frá landinum, og nú skal eitt hóskandi búmerki finnast fyri hetta samstarvið.
Allar kommunurnar í Norðoyggjum hava í felag stovnað Norðoya Bú- og Heimatænastu, sum á nýggjárinum yvirtekur eldraøkið í Norðoyggjum frá landinum, og nú skal eitt hóskandi búmerki finnast fyri hetta samstarvið.
Frá og við 1. januar 2015 varðar Norðoya Bú- og Heimatænasta av allari heimatænastu og eldrarøkt í Norðoyggjum. Í hesum sambandi hevur stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu samtykt at skriva út kapping um búmerki.
Ynskiligt er at fáa eitt búmerki, ið umboðar virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, sum er eitt samstarv millum allar kommunurnar í Norðoyggjum. Búmerkið skal kunna nýtast á eitt nú pennar, brævpappír, brævbjálvar, oyðubløð, heimasíðu, bygningsskeltir og tilfar til marknaðarføring annars.
Uppskot skulu vera í støddini A4 og skulu sendast í afturlatnum brævbjálva, merktur ”zNBH búmerkjakapping“, til:
Norðoya Bú- og Heimatænastu,
Postboks 2,
FO-710 Klaksvík,
Stílað: Marna Ellingsgaard, leiðari,
í seinasta lagi mánadagin 15. desember 2014.
Navnið á luttakaranum skal ikki skrivast á uppskotið, men leggjast í ein afturlatnan brævbjálva saman við uppskotinum og telefonnummari hjá luttakaranum.
Vinnarin fær kr. 10.000,-
Virðisløn verður latin á kr. 10.000 frá Norðoya Bú- og Heimatænastu.
Dómsnevndin tilskilar sær rætt til at velja og vraka millum uppskotini og somuleiðis til ikki at gera nýtslu av nøkrum uppskoti.
Í dómsnevndini eru Jógvan Skorheim, stýrisformaður fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu; Marna Ellingsgaard, leiðari fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu; Sonja Kjølbro, grafikari og Elsa Olsen, MSc. í International Marketing and Management.




