Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú skal føroyameistarin finnast

(John William Joensen)

Tað bleiv Neistin, sum skal leika fm-finalu móti Stjørnuni, og verður fysti finaludysturin leiktur í Havn týskvøldið kl. 19:00

Tað er langt síðani, at tað bleiv staðfest, at Stjørnan bleiv annað liðið í fm-finaluni, men avgerðin, um hvat mótstøðuliðið skuldi verða, fall ikki fyrrenn á seinasta leikdegnum. Tá samanum kom, varð tað Neistin sum í harðari kapping við VB dróg longra stráðið.

Leikast skulu tveir, møguliga tríggir fianludystir. Vinna liðini hvør sín dyst, skal ein triði dystur leikast. Tann fyrsti finludysturin verður í Havn týskvøldið kl.19:00, og næsti verður í Klaksvík hósdagin kl. 15. Ein møguligur triði dystur verður í Klaksvík leygardagin.

Stjørnan verður av mongum mett at verða favorittur til at vinna fm-heitið, men í eini finalu kann alt henda. Lagt er upp til ein spenndandi í annakvøld.

Vit ivast ikki í, at viðhaldsfólkini hjá Stjørnuni møta mannsterk upp í høllini á Hálsi, fyri at stuðla sínum leikarum.

Koyr á Stjørnan!!