Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nú skal KÍ spæla á Svangaskarði

Jákup Ósá

Fyri fyrstu ferð síðani 2007 so skal spæla heimadyst í Europa á Svangaskarði.

Norðlýsið hevur fingið upplýst, at heimadysturin hjá KÍ í Europa League móti Riteriai verður á Svangaskarði týsdagin 16. juli kl. 18.00. Orsøkin til, at KÍ ikki spælir á ovara vølli í Gundadali er, at B36 og HB spæla sínar heimadystir í Europa kappingum í Gundadali í somu viku og tíðarkrøvini frá UEFA gera tað ómøguligt hjá KÍ at spæla har.

 

Seinast KÍ spældi á Svangaskarði í Europa kapping var í 2007, tá KÍ tapti 2-1 móti Hammerby úr Svøríki.

 

Fyrri dysturin móti Riteriai verður í Litava hóskvøldið kl. 17.30.