3. deildarliðið hjá KÍ skal mikudagin og leygardagin spæla uppflytingardystir til 2. deild. Dystirnir verða ímóti 2. deildarliðnum hjá B36
Fyri nøkrum vikum síðani vann 3. deildarliðið hjá KÍ sær rættin til at spæla uppflytingardyst til 2. deild. Hetta gjørdi KÍ við at enda nummar 2 í 3. deild.
Nú er 2. deild liðug, og endin var, at B36 endaði næstniðast og skal spæla ímóti KÍ um eitt pláss í 2. deild næsta ár.
Tveir dystir verða spældir. Tann fyrri verður í Klaksvík mikukvøldið kl. 18.30, og tann seinni verður í Havn leygardagin.




