Støðan er 2-1 til Drekan Reyða undan 10-mannafarsróðrinum á jóansøku leygardagin.
Tað tykist vera trupult at rokna út, hvussu fer at ganga hjá 10-mannaførunum í ár. Men greitt er, at Klaksvíkingur fær harðari kapping enn hann kanska nakrantíð hevur fingið síðani hendan manningin byrjaði at rógva í 2006. Eftir tríggjar stevnur er Drekin Reyði eitt stig frammanfyri og sigurin á Fjarðastevnu hjá argjamonnum var so mikið sannførandi, at uppgávan er stór hjá Klaksvíkingi at vinna inn aftur uppá eina viku. Men á Sundalagsstevnu sóu vit, tá Klaksvíkingur vann, at nógv kann broytast uppá eina viku.
Sum skilst hevur fitt av útskifting verið – sum var avtalað frammanundan – umborð á Klaksvíkingi til jóansøkuróðurin. Leygardagin fæst so at vita, um tað verður 2-2 ella 3-1 til Drekan Reyða.
Jóansøka er á Tvøroyri í ár.




