Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú skal Løgtingið atkvøða um at taka fult ræði á uttanríkis- og verjumálum

Tjóðveldi og Framsókn

Tjóðveldi og Framsókn hava lagt lógaruppskot fyri tingið, har Føroyar frá nýggjárinum skulu taka fult ræði á øllum uttanríkis, verju- og trygdarmálum.

Tjóðveldi og Framsókn hava lagt lógaruppskot fyri tingið, har Føroyar frá nýggjárinum skulu taka fult ræði á øllum uttanríkis, verju- og trygdarmálum.

Flokkarnir staðfesta, at ES-boykottið er bert enn eitt dømi um ta óvirðiligu og oyðileggjandi støðu, at ein onnur tjóð umboðar okkum og tekur avgerðirnar úti í heimi vegna føroyska fólkið. Og at øllum stendur greitt, at áhugamálini og avgerðirnar ganga beint ímóti føroyska samfelagnum.

Tjóðveldi og Framsókn sláa fast, at føroyska tjóðin má ikki enn einaferð leggja seg at krúpa og tosa okkara støðu burtur. Men tjóðin má reisa seg og taka fult ræði og ábyrgdina av okkara egnu viðurskiftum.

Lógaruppskotið ásetur, at við støði í rættindum føroyinga sum tjóð, taka føroyskir myndugleikar á seg at umboða Føroyar beinleiðis í øllum altjóða viðurskiftum og felagsskapum. Og samstundis fer sonevnda “uttanríkispolitiska heimildarlógin” úr gildi.

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið siga flokkarnir millum annað:

-At tann sonevnda “uttanríkispolitiska heimildarlógin” frá 2005 hevur gyrt Føroyar uppaftur meira inni mótvegis umheiminum og hevur skert okkara møguleikar.

-At Føroyar áttu sjálvsagt beinanvegin at havt møguleika at kært handilstiltøkini hjá ES til heimshandilsfelagsskapin WTO ella til EFTA-dómstólin, og vit áttu at røkt okkara egnu diplomatisku sambond við onnur lond, sum vit hava strategisk samáhugamál við. Tiltøk, sum tey hjá ES, høvdu neyvan komið fyri, um Føroyar vóru skipaðar sum sjálvstøðug tjóð.

-At bara seinastu 10 árini eru ein røð av ítøkiligum dømum um, at hóast ynski og royndir hava verið frá einum dyggum meiriluta í Føroyum at umboða okkum sjálv, so er alt forðað og steðgað upp:

Limaskapur í Norðurlandaráðnum

Limaskapur í EFTA og EBS

At taka ræðið á loftrúminum

Limaskapur í IOC (Altjóða Olympisku Nevndini)

Limaskapur í WTO (Altjóða Heimshandilsfelagsskapinum)

Limaskapur í Arktiska Ráðnum

Limaskapur í Eurovision (altjóða tónleikasamstarvinum)

Lmaskapur í IWC (Altjóða Hvalaveiðinevndini)

Flokkarnir vísa á, at tað at hava sjálvstøðuga rødd og umboðan í altjóða samfelagnum, er lykilin til at skapa møguleikar og framburð í Føroyum. Tað skapar samanhald, menning, vinnumøguleikar, búskaparligar møguleikar, mentanarligar pallar og íblástur – og fer at menna beinleiðis samstarv innan útbúgving, heilsu, mentan, umhvørvi, tilbúgving, rættindi hjá borgarum og mangt annað.

Á løgtingi, 23. Oktober 2013

Tjóðveldi og Framsókn