KÍ hevur ikki vunnið ein landskappingardyst á Summar Festivalinum síðani 2007. Í morgin er aftur ein møguleiki at venda hesi óhugnaligu gongdini. Seinasta venjingin undan dystinum var í kvøld í góðveðrinum á Summar Festivalinum.

Lagið í hópinum tóktist at vera gott. Og vónandi verður gleðin í fótbóltspælinum líka góð í morgin; tí so verður tað til eitt hóskandi úrslit.
Í morgin møtir KÍ B68, sum liggur niðast á stigatalvuni. B68 hevur ikki vunnið ein dyst, síðani teir seinast vunnu á nevniliga KÍ á Svangaskarði. Tað úrslitið fyri KÍ var lemjandi og ynskir KÍ at vaska hetta tapið av sær við einum sigri í morgin.
Her eru nakrar myndir frá venjingini í kvøld: