Hagtølini siga, at støðan hjá KÍ í Formuladeildini var eitt sindur verri í 2005 eftir 20 umfør, enn hon er í dag. Tá kom Kurt heim at bjarga KÍ, eins og vit kunnu siga, at Rógvi í ár er komin – og tá eydnaðist tað!
Tá ið úrslitini hjá KÍ fara út um tað vanliga – antin tann rætta vegin ella, sum í ár, tann skeiva vegin – er altíð áhugavert at hyggja í hagtølini fyri at staðfesta, hvussu KÍ hevur klárað líknandi kreppur, sum tað í løtuni er í.
Sum kunnugt eru HB og KÍ einastu feløg í landinum, sum ongantíð hava flutt niður úr bestu deildini í føroyskum fótbólti. Sostatt eru tað 104 ára gamlar traditiónir, sum í ár kunnu koma at standa fyri falli, um KÍ ikki fær vend í síni úrslit.
Ringasta støðan
síðani árið 2005
Vit skulu ikki leita tey nógvu árini aftur í tíðina fyri at finna eitt kappingarár, har støðan eftir 20 umfør var verri, enn hon er í dag, nú 20 umfør eru leikt.
Í dag – eftir 20 umfør – er støðan í Formuladeildini henda:
Felag +M –M Munur Stig
EB/Str. 41 22 19 44
NSÍ 30 24 6 34
HB 38 16 22 33
B36 23 15 8 33
Víkingur 33 23 10 32
B68 15 29 -14 26
ÍF 25 36 -11 23
KÍ 25 32 -7 21
B71 22 35 -13 18
Skála 17 37 -20 15
Eftir 20 umfør í 2005, sá stigatalvan soleiðis út:
Felag +M –M Munur Stig
Skála 46 22 24 40
HB 55 24 31 39
B36 28 12 16 37
NSÍ 31 23 8 36
EB/Str. 29 28 1 30
GÍ 27 35 -8 22
ÍF 23 46 -23 20
VB 26 42 -16 19
KÍ 27 40 -13 17
TB 17 37 -20 14
Í inniverandi kappingarári eru B68 og B71 í Formuladeildini. Tað vóru tey ikki í 2005.
Í 2005 vóru VB og TB í Formuladeildini. Tey eru bæði í 1. deild í dag.
Í 2005 endaði TB niðast og flutti beinleiðis niður. GÍ yvirlivdi akkurát tað árið, tí liðið vann upp- og niðurflytingardystirnar tað árið ímóti B71, sum var nr. 2 í 1. deild tá.
Vit síggja, at eftir 20 umfør í 2005 lá KÍ á einum niðurflytingarplássi og hevði bara 17 stig tá.
Fyrrverandi KÍ-leikarin, Kurt Mørkøre, var tá komin aftur úr Noregi at hjálpa KÍ burtur úr niðurflytingarvandanum.
Hetta árið høvdu Oddbjørn Joensen og Leif Olsen tikið yvir sum venjarar í úrtíð, eftir at Ove Flindt Bjerg hevði fingið sekkin eftir einans 6 umfør.
Úrslitið í 21. umfari
var sera avgerandi
Afturkoman hjá Kurt gav úrslit. Í 21. umfari í 2005 spældi KÍ í Gøtu ímóti GÍ, og KÍ vann dystin 2-1.
Tað var eitt ógvuliga avgerandi og týðandi úrslit, og sum vit í dag vita, so datt GÍ tað árið niður á næst niðasta pláss, sum hevði givið beinleiðis niðurflyting, um tað var í dag.
Men soleiðis vóru reglurnar ikki tá, og GÍ fekk ein eyka kjans at bjarga sær í Formuladeildini við tviemum upp- og niðurflytingardystum, sum ikki longur er galdandi.
Í 21. umfari í ár, sum er hetta vikuskiftið, skal KÍ spæla á útivølli móti Skála, og støðan hjá KÍ er á leið tann sama sum í 2005 – bert er tann munurin, at KÍ nú er í støðuni, sum GÍ var í í 2005, bert nakað nærri botninum, enn GÍ var í 2005!
So um Skála vinnur dystin mánakvøldið ímóti KÍ, so verður støðan hjá KÍ rættiliga strongd og vandamikil.
Kappingarárið 2005 endaði soleiðis:
Felag +M –M Munur Stig Vunnin stig teir
7 síðstu dystirnar
B36 38 17 21 54 17
HB 66 35 31 50 11
SKÁ 55 30 25 50 10
NSÍ 58 44 14 50 14
EB/S 48 35 13 43 13
ÍF 32 57 -25 27 7
KÍ 40 52 -12 25 8
VB 36 57 -21 24 5
GÍ 35 58 -23 23 1
TB 26 49 -23 22 8
Góður endaspurtur
bjargaði KÍ í 2005
Við øðrum orðum tók KÍ eitt ómetaliga stórt fet hesar síðstu 7 dystirnar í 2005, teir vunnu 8 stig, sum er tað sama sum TB eisini vann hesar somu dystir, men tað gjørdist ikki nokk hjá teimum, teir fluttu niður hóast tað.
ÍF vann 7 stig, VB vann 5 stig, meðan GÍ einans fekk 1 stig hesar 7 dystir og sum vit vita mundi tað kosta teimum tilveruna í Formula deildini, men við einum máli í síðsta sekundi í síðsta dysti av kappingarárinum á Skála, komu teir upp á javnt og fingu hetta einasta stigið allar hesar 7 síðstu dystirnar av kappingini, sum legði teir líka frammanfyri TB, TB flutti beinleiðis niður, GÍ spældi um upp- og niðurflyting mót B71, sum tá hevði endað næstbest í fyrstu deild. Hesar dystir vann GÍ báðar. Hevði tað verið í dag, flutti GÍ beinleiðis niður.
Avgerandi fyri endaligu støðuna í Formuladeildini í ár verða sjálvandi úrslitini í teimum írestandi dystunum.
Sum tølini omanfyri vísa, so er støðan hjá KÍ á stigatalvuni nakað frægari í løtuni, enn hon var eftir 20 umfør í 2005 – og kortini yvirlivdi KÍ.
So er spurningurin, um KÍ, sum eisini í ár hevur styrkt seg við einum áleypara úr Noregi (Rógva), í ár fer at endurtaka góðu úrslitini, sum tað fekk í endanum av 2005 – livst, so spyrst!




