Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú styttist til Evropa Cup

(Hannefía Joensen)

Eins og í fjørð skulu kvinnurnar hjá Stjørnuni aftur í ár luttaka í Evropa Cup. Mótstøðu liðið verður HK Slovan Duslo úr Slovakia. Leikast skulu tveir dystir, og verða báðir leiktir í Klaksvík komandi vikuskifti

Tá seinasta kappingarár endaði, og staðfest varð, at Stjørnan enn einaferð hevði vunnið greipuna, boðaði leiðslan í felagnum frá, at kvinnurnar aftur í ár skuldu luttaka í Evropa Cup. 

Í fjørð leiktu tær móti meistarunum úr Montenegro. Av fíggjarligum áðum blivu báðir dystirnir tá leiktir í Montenegro. Stjørnan setti sær fyri, at nú skuldi í hvussu er annar dysturin leikast á heimavølli, tað skyldaði man bæði leikarum og viðhaldsfólki.

Sum nevnt, so er mótstøðuliðið hesuferð Slovakisku meistarnir HK Slovan Duslo. Feløgini eru komin ásamt um, at báðir dystirnir skulu leikast í Klaksvík, og verða dystirnir komandi fríggjakvøld og sunnudag.

Hava fyrireika seg væl
Stjørnukvinnurnar hava roynt at fyrireika seg væl til uppgávuna. Burtursæð frá einum steðgi uppá 3 vikur í juli, hava tær verið í gongd síðani seinasta kappingarár endaði. Hetta vikuskifti fara til Eiðis á venjingarlegu, har m.a. fleiri venjingardystir skulu leikast.

Meira verður at frætta frá Stjørnukvinnunum í komandi blaði, men viðhaldsfólkini kunnu so smátt byrja at gleða seg eitt vónandi spennandi og áhugavert hondbóltsvikuskfti í KÍ-høllini.