Umleið ein tíma eftir at vit skrivaðu um telefonirnar hjá kommunulæknunum svarði læknavaktin aftur.
– Av tí at læknaskrivarin ikki hevði verið til arbeiðis, í morgun, var telefonsvarararin ongantíð sløktur, greiddi eini av vikarlæknunum sum røkir kommunulæknastarvið í løtuni.
– Eg havi verið til arbeiðis allan dag men telefonin hevur so ikki verið í lagið. Av tí at eg havi verið so stutt dugdi eg ikki at brúka telefonskipanina, segði fryntlig skandinaviskt talandi læknin.
So nú skuldi læknavaktin tlf. 458888, svara aftur!




