Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú tysja fólk á val í Klaksvík

Jákup Ósá

Eftir arbeiðstíð eru klaksvíkingar farnir mannsterkir á val. Myndin vísir, at júst nú eru nógv fólk og velja á Skúlatrøð. 

Í Klaksvík arbeiða nógv fólk m.a. í fiski- og alivinnuni og tey fólkini fáa kanska ikki frí fyrr enn seinni á degnum og hava ikki møguleika til at velja fyrr enn nú eftir kl. 16.00. Seinast var valið leygardag.
Kl. 17.00 høvdu 1964 fólk valt í Klaksvík mótvegis 2198 í 2011 og 2167 fólk í 2008. Munurin er nú, at 8,1 % færri hava valt enn um somu tíð í 2011, men nú minkar tann munurin í stórum og sera nógv fólk eru og velja í løtuni.