Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú útbyggja vit skúlan á Kambsdali

Rodmundur Nielsen

Seinastu mongu árini hava vit tosa um, at um- og útbyggja skúlan á Kambsdali, tí hølisumstøðurnar hava ikki verið nøktandi. Skúlin hevur leigað hølir í Søldarfirði og á Kambsdali, tí eftirspurningurin eftir miðnámi í Eysturoynni og Norðoyggjum hevur verið so mikið stórur, at trot hevur verið á skúlastovum. Sostatt hava fleiri næmingar ferðast aftur og fram, millum bygdir og bygdavegir, men nú hava vit funnið eina loysn fyri miðnámsskúlanum á Kambsdali.

Breið semja

Hóast flokkarnir mangan eru ósamdir hugsjónarliga, eru vit sjáldan ósamdir, tá tað kemur til at útbyggja útbúgvingarøkið. Ein samd fíggjarnevnd og eitt samt løgting samtyktu, í desember 2012, at játta 28 mió. kr. til at um- og útbyggja miðnámsskúlarnar á Kambsdali. Saman við politisku skipanin fegnist eg um semjuna, tí hetta er í tráð við útbúgvingarpolitikkin, sum vit hava stungið út í kortið. Um vit hyggja at útbúgvingarøkinum, hevur politiska skipanin gjørt stórar íløgur í miðnámsskúlum. Vit hava bygt miðnámsskúla í Hovi, Marknagilsdepilin verður bygdur, pengar eru játtaðar til umbygging av Tekniska Skúlan í Klaksvík, og nú verða 3 mió. kr. játtaðar afturat, so farast kann undir um- og útbyggingina av miðnámsskúlanum á Kambsdali. Sostatt verður útbúgvingarøkið útbygt kring alt landið. Frá sunnasta til norðasta økið – øllum Føroyum at frama. Samlaði kostnaður fyri verkætlanina á Kambsdali verður 31 mió. kr.

Leingi er tað, ið væl skal vera

Hetta hevur verið ein drúgv tilgongd, men leingi er tað, ið væl skal vera. Vit hava funnið eina loysn, sum allir flokkar taka undir við. Um alt gongur eftir ætlan, verður spakin settur hálvan juni, og nýggju hølini tikin í nýtslu í 2016.

Rodmundur Nielsen

Løgtingsmaður fyri fólkaflokkin