Gomlu analogu sjónvarps sendararnir í norðoyggjum verða sløktir, og í staðin sæst sjónvarpið hjá Kringvarpinum talgilt (digital) á sendinetinum hjá Televarpinum. Umleggingin verður framd 7. oktober 2013, tá verða sendarar til niðanfyri standandi støð sløktir:
Gomlu analogu sjónvarps sendararnir í norðoyggjum verða sløktir, og í staðin sæst sjónvarpið hjá Kringvarpinum talgilt (digital) á sendinetinum hjá Televarpinum.
Viðoy:
Hvannasund
Borðoy:
Norðoyri, Norðdepli, Depil og Norðtoftir
Eysturoy:
Oyrarbakki, Norðskála, Ljósá, Svínáir og Norðragøta
Streymoy:
Nesvík, Haldórsvík, Vestmanna og Válur
Vágar:
Sandavágur og Miðvágur
Sandoy:
Skálavík
Dímun:
Stóra Dímun
Suðuroy:
Hvalba, Nes, Froðba, Tvøroyri,Trongisvágur, Líðin, Øravík, Øravíkarlíð og Vágur
Hyggjarar í hesum økjum mugu tryggja sær, at móttøku – og sjónvarpsútgerð teirra, t.v.s. sjónvarp, antennur, móttøkuboksir o.s.fr. kunnu taka nýggju tøknina, so tey síggja Kringvarp Føroya eftir skiftið.
Hjá summum hyggjarum er ikki neyðugt at gera nakað, hjá øðrum hyggjarum verður bara neyðugt at dagføra móttøku útgerðina, meðan onnur, við gomlum sjónvørpum, kunnu verða noydd at skifta sjónvarp. Fólk, ið longu síggja Kringvarp Føroya talgilt, gjøgnum Televarpið, nýtast ikki neyðturviliga at dagføra teirra útgerð.
Hví verður skift?
Sjónvarpssendinetið verður skift, tí analoga tøknin ikki er tíðarhóskandi longur. Harumframt er sendinetið kostnaðarmikið at reka, og trupult er at fáa eykalutir til gomlu sendararnar. Men við nýggju talgildu tøknini fær hyggjarin betri mynda – og ljóðgóðsku.
Við talgilda sendinetinum kemur føroyska sjónvarpssendinetið at verða tøkniliga ájavnt við sendinetið hjá grannalondum okkara, sum eisini hava skift til talgilda sendinetið.
Umlagt komandi tvey árini
Komandi tvey árini verður sjónvarpssendinetið umlagt í øllum landinum, og eftir ætlan skal seinasta skiftið verða í 2015. Kunnað verður um skiftini so hvørt, so fólk fáa stundir at dagføra útgerðina hjá sær.
Hví kunnar Mentamálaráðið um skiftið av sjónvarpssendinetinum?
Mentamálaráðið rekur sendinetið, og er tað tí Mentamálaráðið, ið kunnar um skiftið. Mentamálaráðið hevur avtalu við Føroya Tele um, at tey taka sær av dagliga rakstrinum av sendinetinum. Sí niðanfyri standandi faldarar. Les her:




