Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú verða Reyðhús niðurtikin

Tíðindaskriv – myndir: Oliver

– Klaksvíksskákið skal røkka heilt oman í Klaksvíksgarðin, og nú er ætlanin komandi ár at gera vegateinin oman til Víkavegin, og fyri at geva pláss fyri hesum mugu Reyðhús takast niður, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, formaður í Teknisku Nevnd.

Tað er eingin loyna, at ætlanir í mong ár hava verið frammi um at taka Reyðhús niður, og kemst hetta av, at ognin liggur í vegageiranum á vestursíðuni í Klaksvík, har kommunan síðan eina ferð í 80´unum hevur arbeitt fram ímóti at knýta fleiri vegir á vestara armi saman.

Kommunan hevur tí gjøgnum árini ognað sær allar partar av Reyðhúsum, og nú er ætlanin at fara eitt stig víðari við hesi ætlaðu vegagerð.

Fylgja løgdu býarætlanini

– Í býarplaninum er vegurin, sum eitur Klaksvíksskákið, settur at røkka úr Klaksvíksgarðinum og heilt niðan til íbindingina millum vegin undir Fossum og undir Hálsi, men her manglar framvegis at gera teir niðaru partarnar av hesum vegnum, upplýsir Steinbjørn O. Jacobsen, sum er formaður í Teknisku Nevnd hjá Klaksvíkar Býráð.

– Ovari partur av Klaksvíksskákinum – einir 290 metrar – er gjørdur, og teinurin, sum írestar oman til Víkavegin, er einar 120 metrar langur, og tað er hendan partin, sum vit nú ætla at fáa gjørdan.

– Tekniska Nevnd nevnd hevur raðfest hetta arbeiði, eitt nú við, gjøgnum árini, at hava keypt Reyðhús, og nú er ætlanin at seta gongd á aftur hesa verkætlan, eftir at hon hevur ligið still í mong ár. Framvegis eru onkur formlig viðurskifti, sum mugu avgreiðast, men hesi verða løgd fyri nevndina fyrst í komandi ári, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.

Bøta ferðsluna munandi

– Ætlanin er, at vit í komandi ári, 2015, fáa gjørt hendan vegateinin oman í Víkavegin,

– Eftir hetta verður so bert tann seinasti teinurin av Klaksvíksskákinum eftir at gera, nevniliga frá Víkavegi víðari oman til Klaksvíksvegin og Faktorsvegin. Hesin teinur er uml. 130 metrar langur.

– Tað, at leingja Klaksvíksskákið oman til Víkavegin, fer at bøta munandi um ferðsluna á vestursíðuni í Klaksvík, og eg ivist ikki í, at ferðandi fara í størri mun at gera nýtslu av nýggju farleiðini, táið henda er liðug, sigur formaðurin í Teknisku Nevnd, Steinbjørn O. Jacobsen.