Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú verður eitt felagslið í Suðuroynni í Effodeildini

Jákup Ósá

Úrslitið frá eykaaðalfundunum hjá Royn, TB og FC Suðuroy er klárt.

Úrslitið frá eykaaðalfundunum hjá Royn, TB og FC Suðuroy er klárt.

Størsta ivamálið var kanska hjá TB frammanundan, men har vóru 44 limir fyri og 7 ímóti. Norðlýsið hevur fingið upplýst, at meiriluti eisini var fyri hjá bæði Royn og FC Suðuroy um at leggja saman, tá úrslitið var klárt á fundinum í feløgunum í kvøld. Tískil verður fyri fyrstu ferð í søguni eitt felagslið úr Suðuroynni í bestu deildini hjá monnum næsta ár. Sum skilst skulu allir heimadystirnir spælast við Stórá í Trongisvági.