Áhugafelagið Nólsoyar Páll hevur eina stóra verkætlan at fremja: at endurbyggja garðin hjá Nólsoyar Pálli sum ein minnisvarða um mannin.
Áhugafelagið Nólsoyar Páll hevur eina stóra verkætlan at fremja:at endurbyggja garðin hjá Nólsoyar Pálli sum ein minnisvarða um mannin.
Vit eru ovfarnir av tí ovurhonds stóru undirtøku, vit fingu, tá ið vit løgdu ætlanina fram fyri almenningin á fundi í Ósaskúlanum 1. maj. Og áhugin fyri málinum hevur verið sera stórur síðani. Tíverri hava vit ikki fingið gjørt nakað síðani, tí vit hava bíðað eftir at fáa tey formligu viðurskiftini í rættlag. Byggiætlanirnar vóru púra klárar longu í mars, og umsókn um grundøki og byggiloyvi varð send inn til kommununa longu 4. apríl í ár. Mená býráðsfundi 11. september varð byggimálið einmælt samtykt.Nú fara vit so veruliga til verka at fremja ætlanina.
Áhugafelagið hevur fingið eina heimasíðu: nolsoyarpall.fo. Á hesari heimasíðu fáast allir upplýsingar um felagið. Og har fara vit so hvørt at kunna um virksemi okkara.
Tann stóra uppgávan hjá okkum frameftir verður, at savna inn pening til byggingina. Vit heita við hesum áfólk og fyritøkur, sum eru sinnað at stuðla fíggjarliga, um at seta seg í samband við okkum.
Tað kann gerast við at ringja til formannin ella onkran av hinum nevndarlimunum. Telefonnummur og teldupostadressur eru at finna á heimasíðuni.
Vit eru altíð fúsir at koma til fundar.
Nevndin




