Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú verður tað trupult

Oliver Joensen

Eftir tepra tapið í einum sonnum gysara móti VB í Vági, verður tað trupult hjá Stjørnukvinnunum at endurvinna meistaraheitið.

Lagt varð upp til rættiligt oddabrak, tá oddaliðini í bestu kvinnudeildini Stjørnan og VB brusti saman í høllini á eiðinum í Vági leygardagin. Høllin var stúgvandi full av áskoðarum og stemningurin í topp. stjørnan legði fyri sum eitt óløgi, og eftir lítlari løtu vóru tær á odda 8-1. Verjan saman við eini vælleikandi Fríðu í málinum tók sær av skotroyndunum hjá VB, og í álopinum riggaði alt, serliga vóru tað skjótálopini sum koyrdu hjá Stjørnuni. Men sum fyrri hálvleikur leið, so menntist VB, og tá farið varð til hálvleiks, høvdu tær minkað um leiðsluna hjá Stjørnuni til 4 mál. Hálvleiksstøðan var 16-12 til Stjørnuna.

Hamskift
VB lið
Tað var eitt hamskift VB lið sum kom á vøllin til seinna hálvleik. At tær høvdu minkað um Stjørnuleiðsluna til 4 mál fyri hálvleik, hevði givið teimum trúnna uppá, at tað kundi lata seg gera at vinna dystin. Beint mótsatt við gongdina í fyrra hálvleiki, so bar alt til hjá VB, meðan onki vísti seg at rigga hjá Stjørnuni. fyrstu løtuna í seinna hálvleiki fekk VB 5 mál, meðan tað ikki eydnaðist Stjørnuni at skora, og so var tað bráðliga VB sum var omaná. Eftir hetta gekk tað javnt, tó hevði VB fyri tað mesta eina leiðslu uppá 2 mál. Men tá uml. 10 min. vóru eftir at leika, javnaði Stjørnan til 24-24, og spenningurin var øgiligur, og tað eydnaðist eisini Stjørnuni at leggja seg á odda 26-24, men enn einaferð svaraði VB aftur og fekk javna, og seinastu løtuna vísti tað seg, at VB, var tað liðið, sum betur megnaði at halda høvdið kalt, tá mest ráddi um, og endin varð, at VB kundi fara av vøllinum sum vinnari við einum áli.
Endaliga úrslitið gjørdist 28-27 til VB.
Við sigrinum hevur VB tikið eitt stórt stig móti meistaraheitinum, meðan Stjørnan eftir tapið móti VB má fáa hjálp frá øðrum, skal meistaraheitið endurvinnast.

Harleyfacadeacryl