Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nummar 70 út av 25 túsund

Danial Viðoy

Renning: Jan Elmar Sørensen úr Treysti hevur í dag luttikið í ”IAAF/Cardiff University World Half Marathon Championships 2016” . Tíðin var avbera góð: 1 tími, 13 minuttir og 55 sekund. – Nummar 70 av 25 túsund rennarum!

Myndin er frá Facebookvanganum hjá Jan Elmari. Ein vælnøgdur rennari.

Renning: Jan Elmar Sørensen hevur í dag luttikið í ”IAAF/Cardiff University World Half Marathon Championships 2016” . Tíðin var avbera góð: 1 tími, 13 minuttir og 55 sekund. – Nummar 70 av 25 túsund rennarum!

Jan Elmar endaði á einum samlaðum 70. plássið. Tann, sum kom fyrstur um málstrikuna, hevði tíðina 1:04:58.

Hetta mann sigast vera avbera flott av djarva rennaranum, sum seinastu FM-vetrarkapping setti persónligt met á 10km-teininum við 34 minuttum. Í dag hevur hann runnið meira enn tvífalt hendan teinin upp á knappar 74 minuttir. Ikki hissini.

Tíðin hjá Jan Elmari er væl undir kravtíðina til Oyggjaleikir, sum er 1 tími og 15 minuttir.