Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

NUMO, løggilt grannskoðanarvirki, letur deild upp í Vági.

Tíðindaskriv

Tilknýti. og góða undirtøkan í Su”uroynni er grundarlagið undir nýggju deildini.

Tilknýti. og góða undirtøkan í Suðuroynni er grundarlagið undir nýggju deildini.

Nýggja deildin vil veita grannskoðara- og ráðgevingartænastu nærri kundunum í Suðuroynni. Hjá NUMO hava starvsfólkini drúgvar royndir frá grannskoðan av størri og smærri  virkjum. Vit hava nú fingið rætta bulin í virkinum, sum tryggjar tænastur og skipanir á altjóða støði.

Umframt generella vitan um føroyska vinnu hava vit savnað føroyska servitan innan fiskivinnu, alivinnu, oljuvinnu, peningastovnar, kommunur, børsskrásett virkir, skatt, keyp og sølu av virkjum v.m.

Vit hava samstarv vi” PWC í Íslandi. PWC er størsta altjóða grannskoðarafyritøka, og gjøgnum hetta samstarv kunnu vit bjó”a allar grannskoðaratænastur bæði her og úti í heimi.

Við nýggju deildini í Suðuroy meta vit okkum vera uppaftur betur før fyri at møta ynskjum hjá verandi og nýggjum kundum.

Á NUMO verða 10 starvsfólk knýtt at virkinum. Av hesum eru 5 góðkendir grannskoðarar, harav tveir eru løggildir.

Umframt deildina í Vági hevur NUMO deildir í Klaksvík og Tórshavn.

Nýggja deildin í Vági heldur til á Vágsvegi 48