Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Numo: Uppskot til fiskivinnunýskipan

Numo

Grundað á innsavnan av roknskapartølum fyri føroyska veiðiflotan síðan 1996 og viðgerð av teimum, sammetingar við viðurskiftini í øðrum londum – serliga Ísland – og búskaparligar teoriir umframt royndirnar við endurskipanini av alivinnuni hevur ráðgevingarparturin hjá Numo gjørt uppskot til eina fiskivinnunýskipan.

Grundleggjandi meginreglurnar fyri fiskivinnunýskipanina eru:

  • Stabilitetur
  • Sterkur brúksrættur
  • Mest møgulig virðisøking og menning í Føroyum
  • Stovnsrøkt
  • Umhvørvisatlit

Millum tilráðingarnar eru:

  • Kvotur skulu vera frítt umsetiligar.
  • Sterkur brúksrættur knýttur at kvotum.
  • Allur fiskur virkast á føroyskum skipum og virkjum.
  • Allir eigararnir av føroyskum fiskiførum skulu vera heimahoyrandi í Føroyum.
  • At skipa soleiðis fyri at skipini kunnu útvega sær veiðimøguleikar alla staðir, har føroyskir myndugleikar hava ræði á fiskirættindum – eitt opið føroyskt hav.
  • Fiskivinnan og tað almenna í felag leggja fiskivinnugransking tilrættis.
  • Loyvisgjald verður lagt soleiðis tilrættis, at
    • tað fremur effektivitet,
    • goldið verður so hvørt – eitt samtíðarloyvisgjald, tað loyvir kapitaldannilsi í vinnuni
    • tað tekur hædd fyri, at fiskivinnan er merkt av stórum sveiggjum
    • tað loyvir vinnuni at fremja endur- og nýíløgur,
    • tað økir køkuna og ikki minkar hana.
  • At bera skjótt at.

SÍGGJ UPPSKOT TIL EINA FISKIVINNUNÝSKIPAN HER