Línuskipið Núpur úr Klaksvík, sóknast eftir einum dekkara at koma við komandi túr.
Eftir ætlan skuldu Núpur fara avstað í gjár, men av tí at ein maður manglaði, so var avgjørt at bíða við fráferðini.
Beint fyri middag í dag, hevði Núpur ikki fingið nakran mann.
Roknað verður við, at teir fara avstað til fiskiskap undir Føroyum, so skjótt sum ein maður biður lova sær við.
Núpur tlf: 214 949




