Tað er av stórum týdningi, at handilsviðurskiftini í einum býi eru í lagi. Hetta er eitt av málunum, FK hevur sett sær fyri at røkka, nú FK lat upp nýggjan handil í Fuglafirði.
Tað er av stórum týdningi, at handilsviðurskiftini í einum býi eru í lagi. Hetta er eitt av málunum, FK hevur sett sær fyri at røkka, nú FK lat upp nýggjan handil í Fuglafirði.
Nýggi FK handilin er tann fjórði FK handilin í Fuglafirði síðan latið varð upp á fyrsta sinni í 1961. Tann fyrsti var oman fyri Vørsluna, tann næsti í stóra Muntrabygninginum, og tann triði á Toftavegi. Tann nýggi, sum lat upp í morgun er tann fjórði av FK-handlunum í Fuglafirði, er á Bakkavegi.
Karmarnir og staðsetingin av hesum handlinum er munandi betri enn hjá tí gamla. Við øktum vinnuvirksemi í býnum er tænastustøði á tí handilsliga økinum eisini ment
Við nýggja handlinum fer FK at bjóða eitt størri vøruúrval. Eisini koma fleiri og fleiri vørur á hillarnar við egnum vørumerki, sum er FK/COOP. Kundarnir fara ikki at síggja eginframleiddu vørurnar í øðrum handilsamtøkum enn í FK. Um ikki langa tíð verða á leið 25-30% av vørunum egna FK/COOP-merki, skrivar formaðurin í FK Rói Eliasen.




