Í seinastu viku skrivaði Jóhann Lützen, formaður í “Trivnaðarnevndini Børn og Ung” at byrjað verður at byggja nýggjan skúla í longu komandi ár, men sum skilst er ætlanin samstundis at fáa teir báðar fólkaskúlarnar skipaðar undir einari leiðslu.
Í seinastu viku skrivaði Jóhann Lützen, formaður í “Trivnaðarnevndini Børn og Ung” at byrjað verður at byggja nýggjan skúla í longu komandi ár, men sum skilst er ætlanin samstundis at fáa teir báðar fólkaskúlarnar skipaðar undir einari leiðslu.
Jóhann Lützen, formaður í “Trivnaðarnevndini Børn og Ung” skrivaði í seinstu viku at
– 2014 verður eisini árið, tá ið byggingin av nýggjum skúla fer í gongd, sum skal tryggja bæði børnum og ungum og lærarum okkara fyrstafloks umstøður í okkara kommunu. – Eg fegnist um, at tað er eydnast okkum, í uppskotinum til íløguætlan fyri komandi árini, at seta av til bygging av nýggjum skúla, og longu í komandi ári er peningur settur av til at byrja arbeiðið.
Býráðið er farið undir at arbeiða við fíggjarætlanini fyri 2014 og sum Norðlýsið skilir eru býráðslimir farnir at umrøða spurningin at leggja skúlarnir saman undir einari leiðslu.
Sum skilst eru argumentini at tað er bíligari og betri at nýggi skúlin verður bygdir sum partur av nýggja Skúlanum við Ósánna og áðrenn arbeiði byrjar skal greiða fáast á leiðslu bygnaðinum. Tað ljóðar at býráðssamgongan ikki er fult samd um samanlegging og tí skilst at samgongan væntar sær stuðul frá minnilutanum at gjøgnumføra eina samanlegging av báðum skúlunum.
12 mió. kr. eru settar av komandi ár at byrja arbeiði og sum skilst á politiska orðaskiftinum í býráðnum verður tosað um at nýggi samanlagdi skúlin skal hava nýggja felags leiðslu.




