Í morgin kom nýggi Froya á Klaksvík. Miðað verður ímóti at gera bátin kláran til fiskiskap síðst í hesum mánaðinum.
21 september vóru umboð fyri P/F Knørrur í Avstralia og undirskrivaðu keypssáttmála. Í morgun kom so skipið á Klaksvík eftir at hava steðga í Hirtshals har ymiskar umvælingar og moderniseringar hava verið gjørdar. Eitt nú var timburarbeiðið gjørt innanborða soleiðis at messa og uppihaldsrúm av nýggjasta slag. Eisini vóru partar av fyristikapasitetinum renoveraðir í Danmark. Skipaeftirlitið hevur sett nøkur krøv um at eitt kollisiónsskotti skal setast í har frammi í skipinum og at ein neyðuppgond verður gjørd úr maskinrúminum. Hetta arbeiði verður nú gjørt á Klaksvíkar Sleipistøð áðrenn Froya fer til fiskiskap. Arbeiði verður mett at taka um 14 dagar.
Froya er um 34 metur langur og 8 metur breiður. Skipið varð bygt á Karstensens skipasmiðuni í Skagen í 1988. Froya, ið er nýklassað, er systurskip hjá Stapanum og líkist rættiliga nógv Kletti, sum var bygdir til Klaksvíkar í seinnu helvt av 80unum. Nýggja skipið kemur í flotan fyri gamla-Froya.
Sjálvur keypsprísurin var 10,5 milliónir krónur. Afturat hesum skal leggjast skuld í gamla bátinum og útreiðslur sum stava frá teimum broytingum, ið eru gjørdar í Danmark og teimum, sum nú verða gjørdar í Klaksvík. Tað eru Jógvan Pauli í Kongsstovu, Símun Micheal Zachariassen (Galla), Petur Gilbert Gullaksen og Hans Jacob Vitalis, sum standa aftanfyri felagið Knørrur. Teir eru sera spentir at fara til fiskiskap við nýggja skipinum. Teir trúgva uppá framtíðina og gleða seg ar fara til fiskiskap. Umframt P/F Knørrur so hava JFK, Klaksvíkar Sleipistøð og Norðoyagrunnurin sett pening í skipið. Samlað stendur skipið í umleið 18 mio. krónum.
Mett verður at Froya skal fiska fyri umleið 14 mio. um árið fyri. Jógvan Pauli í Kongsstovur sigur, at teir hava 22 fiskidagar á bankanum umframt 160 dagar á innaru leiðunum. Harafturat er ætlanin at fara at fiska av felagskvotuni við Rockall.




