Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggi høvuðsvenjarin farin til arbeiðis: Nú skal Petur Mohr seta saman sítt fyrsta KÍ-lið

Norðlýsið ÍTROTTUR

Eftir venjaraskiftið síðsta vikuskiftið hevur hendan vikan hjá besta KÍ-hópinum verið merkt av, at allir leikarar skulu upp til nýggja roynd hjá nýggja bossinum – og nú skal fyrsta Formulaliðið setast!

Vit vóru á vøllinum og fregnaðust fríggjakvøldið, tá ið besti manshópurin hjá KÍ vandi fyri seinastu ferð áðrenn fyrstu aðalroyndina hjá Peturi Mohr, høvuðsvenjara, og Jan Joensen, hjálparvenjara, sum mánadagin tóku við ábyrgdini av Formulaliðnum hjá KÍ.

Teir hava tí havt sera stutta tíð til at seta seg inn í tingini og til at hugsa seg um í mun til, hvussu teir halda, at KÍ-liðið best verður sett saman.

Samanumtikið kann sigast um sjálvar venjingarnar, at hesar hava verið merktar av tí stóru broyting, sum tað altíð er, tá ið venjarar skifta – tað er jú so kollveltandi fyri leikararnar, sum nakað kann vera.

Venjingarnar hava tí verið merktar av, at menn hava lagt eyka nógva orku í .

Nú er fyrsta venjingarvikan farin afturum, og nú skal Petur Mohr – saman við hjálparvenjara sínum, Jan Joensen – seta sítt fyrsta Formulalið saman til dystin í Havn sunnudagin ímóti B36.

Spennandi verður ….

KOYR Á KÍ !!!