Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggi høvuðsvenjarin hjá Ægi: Jákup er byrjaður sum høvuðsvenjari

(
John Færø)

Mánakvøldið í hesi vikuni var fyrsta venjingarkvøldið í Ægi, har Jákup Johansen hevði høvuðs venjaraábyrgdina, og hóast svimjararnir eru fáir í ovastu bólkunum, eru eisini glottar at hóma – onkur svimjari er byrjaður aftur.

Jákup Johansen, sum er havnarmaður og júst er útbúgvin sum annleggsgartnari, hevur harumframt fyri nøkrum árum síðan lokið útbúgvingina sum elitu-ítróttavenjari innan svimjing.

Í blaðútgávuni, sum kemur út fríggjadagin hevur Norðlýsið eitt prát við mannin, sum hevur tikið við avbjóðingini at vera høvuðsvenjari hjá Svimjifelagnum Ægi.