Niels Pauli Danielsen er stoltur av at hava fingið heiðurin at vera liðskipari hjá einum felagi, sum hevur verið við til at mynda toppin seinastu árini.
EB/Streymur hevur í vetur og seint síðsta kappingarár tilsamans mist 9 leikarar, har teir flestu høvdu nógvar royndir. Liðið skuldi tí eisini hava nýggjan liðskipara og valið fall á ein klaksvíking. 26 ára gamli Niels Pauli Danielsen, sum seinastu trý árini hevur spælt á besta liðnum hjá EB/Streymi, er nú liðskipari og tað er nakað, ið hann er stoltur av.
– Tað er nakað, sum eg sjálvsagt eri sera stoltur av. Fyri tað fyrsta so er tað stórt at vera liðskipari hjá einum liðið, sum hevur myndað toppin av føroyskum fótbólti síðstu mongu árini. Eisini er tað stórt, at vera valdur liðskipari, tá man skal byggja eitt nýtt lið upp, t.v.s. so kemur man at vera ein umráðandi og sentralur partur av liðnum. Tó skal leggjast afturat, at allir leikararnir eru týdningarmiklir, bæði teir sum byrja inni, og teir í hópinum, sum ikki byrja fast. Har eru fleiri spennandi leikarar og tað er ein sunn kapping um plássini. Eisini síggi eg tað sum eina nýggja avbjóðing og ein góðan møguleika at menna meg enn meir sum leikara, nú eg havi fingið størri ábyrgd enn eg kanska havi havt áður, sigur Niels Pauli Danielsen.
Góð byrjan
Nýggja EB/Streyma liðið fekk eina góða byrjan uppá kappingarárið, tá tað eydnaðist at fáa javnleik á ”útivølli” móti B36.
– Ja hetta var ein góða byrjan. Eitt stig á útivølli mót FM vinnaranum má metast sum eitt gott úrslit. Tó so eri eg ikki heilt nøgdur, tí eg haldi, at vit áttu at vunnið dystin. Vit fáa eitt mál kolldømt, tá vit føra 1-0. Sjálvur dugdi eg ikki at síggja, hví so var. Tá vit føra 1-0 so raka vit eisini tvørstongina. Høvdu vit komið uppá 2-0, høvdu vit uttan iva vunnu dystin, serliga tí at vit halda okkum til konseptið, sum var at standa væl á vøllinum og halda teimum frá teimum stóru møguleikunum. Serliga var fyrri hálvleikur góður, men eg eri eitt sindur vónbrotin av øðrum hálvleiki, sigur Niels Pauli Danielsen.




